SKRIVA OG FYRIREIKA
Frá tómari síðu til eitt gott uppskot.
Fá hjálp til fyrsta tekstin, eitt greitt yvirlit ella fyrireikingina til næsta fund.
VILT
Vitlíkistænastan - síðani 2023
Ivast tú í, hvat tú kanst deila við vitlíki? Vit hjálpa tykkum at fáa greiðu á amboðum, upplýsingum og mannagongdum, so tit kunnu fáa gagn av vitlíki í arbeiðinum.
Eina ferð um vikuna · Ókeypis · Á føroyskum

VILT
01 / Soleiðis hjálpa vit
Hvørji amboð hava tit? Hvørjar upplýsingar kunnu tit brúka? Og hvussu kanna tit úrslitið? Vit hjálpa tykkum at fáa greiðar karmar og koma víðari.
Vit kanna tykkara amboð, atgongd og arbeiðsuppgávur og hjálpa við greiðum mannagongdum fyri persónsupplýsingar og trúnaðartilfar.
02Praktisk skeið um at velja hóskandi upplýsingar, brúka amboðini og kanna svarini. Vit royna við íspunnum ella góðkendum tilfari.
03Vit knýta amboð og arbeiðsgongdir saman við greiðari atgongd og ábyrgd, so loysnin kann takast í dagliga nýtslu.
Toymið
Vit eru toymið aftan fyri VILT — vitlíkistænastuna frá Usable.
02 / Læring, sum situr eftir
Lær at brúka vitlíki við greiðum kørmum fyri upplýsingar og ábyrgd. Vit arbeiða við viðkomandi uppgávum, hóskandi tilfari og eftirkanning av svarunum.
Tosa við okkum um eitt skeið03 / Smá stig. Verulig nytta.
Tað kann vera ein uppgáva, sum tekur óneyðuga langa tíð. Ella vitan, sum er torfør at finna. Vit hjálpa tykkum at finna eitt gott stað at byrja.
SKRIVA OG FYRIREIKA
Fá hjálp til fyrsta tekstin, eitt greitt yvirlit ella fyrireikingina til næsta fund.
FINN OG DEIL VITAN
Ger tað lættari at finna svar í vegleiðingum, skjølum og felags vitan.
LÆTT UM ARBEIÐIÐ
Kanna, hvørjar afturvendandi uppgávur kunnu gerast einfaldari við tøkniligari hjálp.
Sama forvitni.
Nýggir møguleikar.04 / Fólkini aftanfyri
Ráðgevingin kemur frá toyminum aftan fyri Usable. Vit arbeiða við ráðgeving og menning og brúka sjálvi vitlíki í gerandisdegnum.
Vit hjálpa tykkum at velja og brúka tey amboð, sum hóska til tykkara tørv. Tað kann vera Copilot, ChatGPT ella ein loysn, sum vit byggja saman.
Tykkum tørvar ikki eitt Usable-hald fyri at fáa ráðgeving ella koma á skeið.
Gott at vita
Vit hjálpa tykkum at fáa greiðu á amboðum, atgongd og mannagongdum. Metingin skal taka støði í teimum upplýsingum og uppgávum, tit arbeiða við, og teimum kørmum, arbeiðsplássið hevur sett.
Ja. Vit hjálpa tykkum at kanna tørvin á upplýsingum og fáa greiðar mannagongdir. Byrjið við íspunnum ella góðkendum tilfari. Møguligir løgfrøðiligir spurningar verða avgreiddir saman við tykkara dátuverndarábyrgdara ella løgfrøðiliga ráðgeva.
Vit byrja við tykkara verandi amboðum, kontum og atgongd. Treytir og uppseting kunnu vera ymisk, hóast amboðið hevur sama navn. Vit kanna tørvin, áðrenn vit mæla til broytingar.
Tað byrjar við einari samrøðu
Sig okkum, hvat tit ivast í, ella hvørja uppgávu tit vilja loysa. Lýs tørvin uttan at senda p-tal, viðkvæmar persónsupplýsingar ella trúnaðarskjøl.
ÓEÓlavur Ellefsenolavur@vilt.fo