VILT de Suðuroy 2012, verður 13.-15. apríl

Indsendt af Vilt (finnjohannessen) den 07 Jan 2012
Tíðindi >>

  VILT de Suðuroy, sum nú verður fyriskipa á fjóra ári, er nú ásett til vikuskiftið 13.-15. apríl 2012. Tiltakið, sum hevur havt sera góða undirtøku, og sum hevur voksið seg til eitt sera spennandi og týdningarmikið renni vikuskifti, verður einki undantak í ár - kanska tvørturímóti.
Enn er skráin ikki løgd, men í stórum verður hon eins og undanfarin ár. Greitt er at byrja verður í Sandvík og enda verður í Sumba. Fyrireikarnir vænta eisini, at fleiri fara at nýta júst túrin í Suðuroy, sum venjingarlegu til 1/2 marathon, ið verður fyriskipa í Klaksvík, í mai mánað.
Nærri kunning um tilmeldan og annað, kemur umleið 1. februar 2012, so tað er bara at kaga inn aftur tá ið hetta nærkast.


Vælkomin til VILT de Suðuroy 2012

 

Sidst ændret: 07 Jan 2012 kl. 09:30

Tilbage